Citroën hava í nøkur ár ikki havt nakað veruligt flaggskip, sum t.d. luksusbilin Citroën XM, ið gekk út í 2001.
Á Genéve Motorshow í mars verður nýggi luksusbilurin Citroën C6 væntandi frumsýndur.
C6 verður ein stórur luksusbilur við komforti á høgum støði og við framkomnu Hydrakiv-3 fjaðraskipanini.
Millum størru motorarnar vera t.d. ein 3,0 litur V6 bensin og ein 2,7 litur V6 diesel.