Nú frættist, at føroyingar og danir kunnu semjast um tey málsøki, ið hvørki eru á lista A ella lista B sambært heimastýrisskipanina. Fæst ein tílík semja er tað stórt framstig fyri Føroyar - serliga um semja eisini verður innanhýsis í Føroyum.
Hvat snýr tað seg um?
Í 1948, tá heimastýrisskipanin var smíðað, royndu tey sum frægast at reksa upp málsøkini. Summi vórðu sett á lista A - hesi kundu føroyingar taka yvir eftir vild. Onnur fóru á lista B - hesi kundu føroyingar taka yvir eftir samráðingar við danskar myndugleikar. Tey yvirtiknu málini nevndu tey sermál; tey ikki yvirtiknu felagsmál. Samstundis var tað møguligt hjá báðum pørtum at umsita mál vegna hin partin.
Eftir vóru nøkur málsøki, fyri ein part slík, sum føroyingar ikki høvdu stórvegis áhuga fyri, og so tey, sum danskir myndugleikar hildu gingu danska ríkinum ov nær. Harafturat eru málsøki, sum ongin hugsaði um ella ikki vóru uppfunnin fyri hálvari øld síðani.
Hesi málsøki hevur onkur skilamaður nevnt C-mál. Tey eru sostatt tey felagsmál, sum ikki eru nevnd á teimum báðum heimastýrislistunum.
Fyri tað nógva eru hetta mál, sum hoyra til tað, ið á eingilskum verður nevnt ?lawyer?s law? - sakføraramál - harímillum rættarskipan, revsing, keyp, avtalur, skyldur, arvur og familjumál. Síðani eru eisini tilbúgving, mál og vekt, og útlendingamál.
Denne lov gælder for Færøerne
Tað er onki forgjørt í tí, at eitt sjálvstýrandi land í samveldi hevur egna rættarskipan og egnar reglur um revsing ella familjumál. Hyggja vit at grannanum sunnanfyri, Skotlandi, síggja vit, at teir hava egna rættarskipan. Hesa hava teir havt síðani teir løgdu saman við Englandi í samveldið Stóra Bretland fyrst í 1700-árunum. Sjálvt um skotar ikki høvdu egið ting í tvær øldir, so samtykti samveldistingið lógir fyri serligu rættarskipanina í Skotlandi, eins og fyri mong onnur málsøki við serligari skotskari skipan. Hesar tinglógir hava "Scotland" skoytt uppí lógarnavnið í parantes.
Ein líknandi skipan hevur verið galdandi í Føroyum. Men tíverri ikki eins væl skipað. Á summum økjum hava danir frá gamlari tíð viðurkent føroyskar serskipanir. Eitt nú hava vit eina "Lov for Færøerne om Hauges Styrelse og Drift m.m." frá 1937. Hetta er ein donsk tinglóg, sum bert hevur gildi í Føroyum, samtykt í samsvari við tilmæli úr Føroyum. Sambært hesi lóg ganga "Haugerøgtere" og hyggja til síni "Faar" í føroysku høgunum.
Fyri rættargangin er onnur skipan. Vit hava ein "Lov om rettens pleje" galdandi í Føroyum. Hetta er eisini ein donsk tinglóg, men hon er sett í gildi við kongaligari fyriskipan við ávíum broytingum. Partvíst broytingum, sum føroyingar hava ynskt, partvís broytingum, sum føroyingar ongantíð hava tikið støðu til.
Høvdu teir hagreitt tey betur
Hagalógin er dømi um eina lóg, sum føroyingar hava ábyrgdina av, men onki hava gjørt við. Hóast reglur ikki samsvara væl við veruleikan, eitt nú viðvíkjandi vetrarfriðing, eigaraviður-skifti í samband við matrikulin, fyri ikki at tosa um hagastevnur og stýri, so hava føroyingar ikki tikið seg saman enn at endurskoða hagalógina. Hóast sundsbóndin fyri langari tíð síðani mælti: "ikki danskt á fjalli", so er hagalógin enn donsk - hóast vit hava havt málsræði á høgunum í mong harans ár.
Skaðin er tó nógv størri á øðrum økjum. Brúkaravernd er farin afturvið borðinum og afturúrsigld í Føroyum. Lógin hjá okkum um tryggingaravtalur, til dømis, er ikki bara á donskum, hon er frá tíðini, tá navnorð vórðu stavað við stórum stavum.
Hóast útvarpið tosar um stuldur og blygdunarskemd, so er tað also tyveri og blufærdighedskrænkelse, sum verða revsaði.
Høvdu føroyingar ynskt betri reglur og betri skipanir í C-málum, so kundi tingið havt samtykt ríkislógartilmæli til serligar føroyskar lógir. Tað hevði verið munandi beteri við eini ?Lov for Færøerne om rettens pleje? enn sum í dag við einari kongaligari fyriskipan, ið setur sum í og sum úr gildi av donsku lógini um rættarskipan.
Samanumtikið standa hesi C-mál í óføri í gjónni millum landið og ríkið.
Eitt, tvey, trý yvirtaka vit
Nú frættist, at andstøðan á tingi er til reiðar at taka undir við eini nýggjari skipan fyri C-málini. Tað er at frøðast um, ikki minst tí ein breið semjar er fortreytin fyri at fáa málini upp úr aftur tí óførinum, har tey í dag standa upp undir hendur í runu.
Vit sleppa tó ikki undan at taka støðu til spurningin um støðu okkara í samveldi við Danmark. Talan er um at broyta markið ímillum land og ríki, so hesar røkurnar koma undir føroyskt vald. Men er nú talan um nøkur frælsi, sum vit fáa frá ríkinum, og sum vit kunnu missa aftur? Ella er talan um eina marknaumskipan millum javnar partar, og sum ikki kann takast aftur?
Seinast løgtingið megnaði at semjast um tey ríkisrættarligu viðurskiftini var í 1947, tá løgtingið í semju samtykti at fara undir samráðingar við danska ríkið. Støðan var tá greið. Tingið vildi undir samráðingar, har vit vóru annar parturin, og danir hin.
Tíverri hava danskt útbúnir juristar, bæði føroyingar og danir, vilja gørt heimastýrisskipanina til ein spurningin um jura heldur enn politikk, og tíverri vóru føroyingar ikki samdir um skipanina innanhýsis. Hóast løgtingið valdið at ganga undir eina lóg heldur enn ein sáttmála, so stendur eftir, at heimastýrisskipanin varð samtykt fyrst á Føroya Løgtingi og síðani á Ríkistingi. Talan var um eina serliga lóg samtykta á tveimum málum av tveimum tingum við serligum fororði og við støði í eini politiskari semju millum landið og ríkið.
Tingmenn eiga í øllum førum at ansa eftir, at vit ikki víkja frá hesum. Í fyrstu atløgu skal nýggja skipanin við C-málunum byggja á eina politiska semju millum lands- og ríkismyndugleikar. Síðani má hvør parturin í samsvar við sína egnu skipan staðfesta hesa avtaluna. Stýrisskipanarlógin ásetir, at yvirtøkur á føroyskari síðu skulu samtykkjast við lóg. Sjálv semjan um, at C-málini kunnu yvirtakast, eigur at verða gjørd eins sáttmálakend og sjálv heimastýrisskipanin. Avgerðin um, at tey skulu yvirtakast, kann síðani verða tikin eftir innlendis mannagongd.
Bert at samtykkja eina fólkatingslóg kann vera ein vandi fyri fatanina av verandi støðu. Føroyingar mugu halda fast um, at talan er um eina sáttmálastøðu, ikki eina delegatión ella tillutan av rættindum.
Fýra, fimm, seks og so slaka vit
Tað, sum øll tykjast taka undir við, er at hesi málini kunnu yvirtakast. Summir samgongulimir vilja helst staðfesta, at øll C-málini skulu yvirtakast beinanvegin. Tað kann beina fyri semjuni. Tað frægasta er tí helst at steðga við at gjøgnumføra yvirtøkurnar til vit hava kjakast eitt sindur um tað innihaldsliga í teimum. Tá vit vita, hvussu nógv C-málini kosta, fer helst eisini onkur strongur at koma í finansin.
Á rættar- og revsiøkinum hevur landstýrið tikið undir við at yvirtaka Føroya rætt og landsrætt í fyrsta umfari, og í høvuðsheitum at varðveita verandi rættarskipan eisini eftir yvirtøkuna, samstundis sum hægstirættur verður verandi felags.
Eg havi á fleiri øðrum støðum víst á, at sera umráðandi er at taka støðu til rættarskipanina. Ikki minst mugu vit taka støðu til, hvussu dómarar skulu veljast. Eg kann bara minna á ?Jørgen-málið?. Nógv lógkøn fólk eru, men háttalag og fatan eru so ymisk. Tí mugu vit taka støðu til, hvussu vit velja teir dómarar, sum skulu sita í einum føroyskum løgrætti (landsrætti). Tað verður stór skomm, um vit manna ein evstan føroyskan dómstól við ókunnumonnum.
Samveldi
Fáa vit hesa semju uppá pláss nærkast vit alt meiri skipan, har tað úteftir sýnist, at tað eru Føroyar, sum eftir egnum vilja hava knýtt seg at Danmark í eini samveldisskipan, so leingi føroyingar sjálvir ynskja tað.
Eftir hjá samveldinum liggja bert tey mál - sum vit passandi kunnu nevna D-málini - sum illa kunnu liggja aðrastaðni enn hjá samveldinum. Hetta minnir nógv um líknandi samveldisskipanir, eitt nú hjá okkara tjóðskaparliga systkinabarni Mann, og hjá oyggjalondunum í kongaríkinum Niðurlondum (Hollandi), Aruba og Niðurlendsku Antillunum.
Eftir verður bara at skipa A, B og C-málini sum væl, sum til ber...
...til D-dagurin kanska einaferð upprennur.