Byrta við útgávu og konsert í morgin

Í morgin fríggjadagin kemur fløgan hjá tónleikabólkinum Byrta út. Fløgan sjálv ber eisini heitið Byrta, og henda tónleikaverkætlanin hjá Guðrið Hansdóttir og Janusi Rasmussen hevur verið ógvuliga nógv umrødd.

 

Fleiri stakløg hava verið nógv spæld í loftmiðlunum, umframt at bólkurin eisini hevði eina ógvuliga væleydnaða konsert í Norðurlandahúsinum, tá 30 ára haldið hjá húsinum var. Ummælari hjá Kvinnu segði millum annað, at hon ikki hevði upplivað betri tónleikaframførslu í Føroyum nakrantíð.

 

Um dagarnar varð fløgan eisini ummæld í sendingini Brunsj í Útvarpinum, har Niels Uni Dam, tónleikaummælari, gav fløguni seks stjørnur av seks møguligum.

 

Tískil bendir nógv á, at fjeppararnir hjá Byrta hava nakað at gleða seg til. Á Facebook-síðuni hevur bólkurin talt niður til útgávudagin í rúma tíð, og nú stundar av álvara til. Tey, sum kortini ikki kunnu bíða eftir fysisku útgávuni, kunnu ogna sær hana talgilt á eitt nú iTunes ella hoyra hana á Spotify longu nú.

 

Í samband við, at fløgan kemur út í morgin, spælir Guðrið Hansdóttir nøkur løg av fløguni í Tutl í miðbýnum í Havn klokkan tíggju í annaðkvøld. Av tí, at Guðrið verður einsamøll, verður talan um nakað øðrvísi útsetingar av sangunum, sum annars eru at hoyra á fløguni, upplýsir Byrta umvegis Facebook-síðu sína.

 

Mynd: Sigríður Ella Frímannsdóttir hevur tikið myndina, meðan Heiðrik á Heygum stendur fyri grafisku sniðgevingini av húsanum