BYRTA á norðurlendskari konsertferð

Elektropoppbólkurin skal spæla konsertir í Íslandi, Føroyum og Danmark saman við øðrum norðurlendskum bólkum

Bólkurin BYRTA telist millum mest spennandi og viðurkendu nøvnini í føroyskum tónleiki í løtuni. Duoin við Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen hevur givið fløgu, sum hevur hittað her í Føroyum og ekkóað í londunum rundan um okkum.
Melodiøsi elektropoppurin hevur rakt blett, og tað verður BYRTA eisini viðurkent fyri, nú bólkurin skal á norðurlendska konsertferð saman við øðrum heitum og nýggjum nøvnum.
Umframt BYRTA skulu eisini Good Moon Deer úr Íslandi, Sea Change úr Noregi og Sekuoia úr Danmark spæla á konsertunum, sum verða hildnar ymsastaðni í Danmark, Íslandi og í Føroyum.
Konsertferðin byrjar í Værløse í Danmark tann 23. januar, og spælt verður á ymsum donsku spælistøðum fram til 8. februar. Hálvan februar verður konsert í Norðurlandahúsinum í Havn, áðrenn leiðin síðani gongur til Íslands at spæla tríggjar konsertir.