Byrta kunnger fyrstu konsertina

Byrta, sum er tónleikabólkurin hjá Guðrið Hansdóttir og Janusi Rasmussen, kunnger í dag, at teirra fyrsta konsert verður í Norðurlandahúsinum 11. mai. Hetta verður í samband við 30 ára føðingardagin hjá Norðurlandahúsinum.

 

Tað boðaði Guðrið frá í sendingini Brunsj í Útvarpinum hjá Kringvarpinum í morgun.

 

Tey bæði Guðrið og Janus byrjaðu at arbeiða við hugskotinum um at gera elektroniskan popptónleik við føroyskum tekstum fyri hálvumøðrum ári síðani. Nú er ein fløga ávegis, og í dag hevur bólkurin so kunngjørt sína fyrstu konsert.

 

Byrta hevur higartil útgivið tvey stakløg, ”Loyndarmál” og ”Eydnan”, har serliga tað fyrra lagið hevur verið nógv at hoyrt í Útvarpinum seinastu vikurnar.

 

Guðrið Hansdóttir kenna vit annars best sum solist. Hon útgivið tríggjar fløgur, vann í 2009 eina Planet Awards sum ársins songkvinna og er júst afturkomin til Føroya, eftir at hava verið á konsertferð í Noregi, Týsklandi og Finnlandi í fimm vikur.

 

Janus Rasmussen er oddamaður í íslendska bólkinum Bloodgroup, sum júst hevur givið nýggja fløgu út. Í Føroyum kenna fleiri Janus frá bólkinum Lama Sea. Seinastu árini hevur hann búð í Íslandi, har hann livir av at gera og spæla tónleik. Umframt Bloodgroup og Byrta, so framleiðir hann eisini tónleik fyri íslendskar og føroyskar bólkar.

 

Til konsertina í Norðurlandahúsinum tann 11. mai fer eisini íslendski bólkurin Úlvur Úlvur at spæla.

 

Hoyr annars stakløgini bæði á leinkjunum niðanfyri.

 

Mynd: Sigríður Ella Frímannsdóttir