Tey tilnevndu til Føroysku tónlistavirðislønirnar, sum verður tann 15. mars, eru funnin.
Tað eru Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið, sum skipa fyri tiltakinum.
Tríggjar dómsnevndir á fimm fólk hava tilnevnt innan hvør sín bólk. Teir tríggir bólkarnir eru Popp-bólkurin, Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkurin og Opni bólkurin.
Í Sosialinum, sum kann keypast her, eru allar tilnevningarnar at finna og eisini frágreiðingar um, hvussu dómsnevndirnar eru skipaðar. Hesar tilnevningarnar verða eisini kunngjørdar á in.fo seinni í dag.
Les eisini: Tríggir bólkar í harðari kapping
Les eisini: Kvartettin í Betesda tilnevnd FMA
Her fæst eitt yvirlit yvir Popp-bólkin:
Ársins sangari:
Teitur
Høgni Reistrup
Knút
Jens Marni
Hallur Joensen
Ársins songkvinna:
Greta Svabo Bech
Guðrið Hansdóttir
Guðrun Pætursdóttir Háberg
Døgg Nónsgjógv
Laila Carlsen
Ársins fløga
Byrta – Byrta
Story Music – Teitur
Undirgangstónar – Swangah
Áðrenn vit hvørva – Høgni Reistrup
With Stars & Legends – Hallur
Ársins sangur
Loyndarmál – Byrta
Tú tók mína hond – Døgg Nónsgjógv
Shut Up & Sing – Greta Svabo Bech
Rock And Roll Band – Teitur
Heyah – Allan Tausen
Ársins bólkur/einstaklingur
Byrta
Teitur
Greta Svabo Bech
Høgni Reistrup
Swangah