Byrta bjóðar í dansiveitslu á Tórsfest

Byrta hugsar í tónleiki og framførslu og dugir at fáa allar áhoyrararnar við

Tað er nú eisini greitt,at bólkurin Byrta, verður ein av teimum, sum fara at syngja og spæla á Tórsfestini, sum verður mitt í Havn, leygarkvøldið 25. juli.

 

Frammanundan er greitt, at Pretty Maids og Basshunter, koma uttanlands at framføra og av føroyskum bólkum kunnu nevnast, Týr, Swangah, Frændur, Hjarnar, Sakaris, SIC, Goresquad, Signar & John, og onnur.

 

Og nú er so greitt, at eisini poppbólkurin, Byrta, fer at spæla á Tórsfest leygarkvøldið 25. juli. 


- Løg, sum Norðlýsið, Loyndarmál, Eydnan og Í tínum eygum. hava brent seg inn í heilan á teimum flestu, og verða tráspæld í útvarpsrásunum, staðfesta fyrireikararnir.

 

- Og tær konsertirnar, Byrta higartil hevur spælt, hava víst, at talan er um ein bólk, sum bæði hugsar í tónleiki og framførslu, og sum dugir at fáa allar áhoyrararnar við. Tí verður tað uttan iva ein dansiveitsla av teimum heilt stóru frammanfyri pallin hjá Byrta á Tórsfest, halda fyrireikararnir.

Tórsfestin verður í Gongugøtuni í Havn og hetta er annað árið á rað, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri.