Byrta á Voxbotn

Á Facebooksíðu síni kunngerð Voxbotn í dag sítt fyrsta navn, tað er lívliga pop-duoin Byrta, ið fer at gera Voxbotn til eina dansiveitslu.

 

Byrta spælir góðskupopp og ger nógv burturúr sínum pallshowi.

 

Á Tranceatlantisku konsertini í Norðurlandahúsinum í vár og á G! vístu Byrta, at tey eru ein tann besti livebólkurin í landinum. Afturat sær høvdu tey Heðin Ziska Davidsen á gittar og eina røð av vælsyngjandi kórsangarum.