Byrsumaður sita fýra vikur aftrat

Maðurin, sum hin 10. apríl skeyt átta skot gjøgnum eina hurð á Argjum, tók í dag við sjálvbodnari framleingjan av varhaldsfongslingini. Hendingin fór fram á Argjum fyri fýra vikum síðan, tá ein maður árla á morgni læt átta skot gjøgnum eina hurð. Tá løgreglan kom á staðið, hevði maðurin framvegis byrsuna, og hann vildi ikki geva seg yvir, hóast hann varð umringaður av vápnaðum løgreglufólkum.

Tá hann kortini ikki vildi leggja byrsuna, læt løgreglan ávaringarskot av, og tá gav maðurin seg yvir.

Hann hevur nú sitið varðhaldsfongslaður í fýra viku.

Í dag, tá málið var fyri aftur í Føroya rætti, møtti maðurin ikki, tí hann longu hevði góðtikið, at varðhaldsfongslingin verður longd í fýra vikur aftrat.