Tríggir unglingar høvdu í nátt verið biltúr og høvdu eina byrsu í bilinum.
Hesir tríggir høvdu koyrt út á Oyragjógv, og skotið til máls har. Tá teir so skuldu leggja byrsuna í viðførisrúmið, gekk hon av, og skotið fór út gjøgnum baksíðuna á bilinum og rakti tann eina dreingin.
Hendingin var tó ikki so álvarsom, og tað vóru bara blýggjpetti, sum særdi dreingin.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at dreingirnir vóru ikki serliga opinskáraðir, men hesin, sum varð raktur av skotinum, skal til avhoyringar í dag, og so má politiið bara vóna, at drongurin vil tosa.










