Vit skulu hava nýggja vápnalóg, sum í størri mun tekur hædd fyri, at vápn eru vandamikil, og at eigarar av vápnum mugu duga at fyrihalda seg til tey og brúka tey rætt.
Vápnakeyparar skulu fyrst á skeið fyri at fáa vitan um byrsur og brúk av byrsum, áðrenn teir kunnu fara til fútan eftir einum vápnaloyvi. Og so ber til at fara í handilin at keypa fuglabyrsuna.
Tað ljóðar alt skilagott, at landsstýrismaðurin í innlendismálum fyrireikar nýggja lóggávu, sum fer at gera vápnalógina strangari, tí vápn eru veruliga vandamikil.
Men samanborið við eina sigarett er ein byrsa ikki serliga vandamikil í Føroyum. Sagt verður, at eini 80 føroyingar doyggja á hvørjum ári orsakað av royking, meðan tað eru ár ímillum, at eitt byrsuskot ger nakran álvarsaman skaða á fólk her á landi.
Alt er relativt og kann samanberst og vigast upp ímóti hvørjum øðrum.
Spurningurin er tí, um vit ikki heldur skuldu fingið eina strangari roykilóg. Sent fólk á skeið fyri at læra tey at handafara sigarettir, áðrenn tey kundu farið til landslæknan at biðið um tubbaksloyvi. Síðani kundu tey farið í ein góðkendan handil at keypt sær ein pakka av sigarettum.
Hetta kundi kanska av álvara fingið bilbukt við hendan vandamikla dreparan – sigarettirnar.
Og sum við vápnalógini kundu vit eisini givið tubbaksamnesty. Latið fólk, sum liggja inni við ólógligum sigarettum, borið hesar til løgregluna uttan at fáa revsing afturfyri. Í øllum førum fram til ársskiftið.
Og meðan vit eru við forboð og strangar reglur, kundi næsta trekkið kanska verið at stramma dansibandslógina her á landi. Sent fólk á skeið í at handfara dansibandstónleik. Og latið tey, sum liggja inni við fløgum av Kandis og Vikingarna, bera tær til løgregluna uttan at fáa revsing afturfyri. Í øllum førum fram til ársskiftið.










