Byrjast skal tíðliga

Leiðarin fyri Musikkskúlaskipanini, Martin Mouritsen, situr hugsunarsamur á skrivstovu síni í Mentamálastýrinum. Orsøkin er, at honum er settur spurningur um, hvussu vit í Føroyum bera okkum at við at ala upp ættarlið av dugnaligum tónleikarum. Men eisini bíðar hann sera spentur eftir, hvussu leikur fer viðvíkjandi leiklutunum hjá landi og kommunum, tí hetta fær avgerandi ávirkan á gongdina í Musikkskúlaskipanini

Martin Mouritsen er virkin maður. Flest øll kenna hann frá árligu nýggjárskonsertunum, har hann stjórnar Føroya Symfoniorkestri. Men gerandisdagur hansara er í Mentamálastýrinum, har hann er leiðari á Musikkskúlaskipanini, ið umfatar tónleikaundirvísing kring alt landið. Ein kabal fyri víðarikomin, ið ikki er løtt at fáa at ganga upp.
Og hóast tónin í samrøðuni er avtalaður at taka støði í spurninginum um, hvussu ein ber seg at við at ala fram eitt ættarlið av góðum tónleikarum, so verður byrjað meira varisliga við turrum tølum og veruleikum.
Tað skilst, at meira peningur er játtaður til Musikkskúlan og ein spurningur er júst hvat skal til, um verandi støðið skal haldast. Nógv tøl og nógvir smálutir gera seg galdandi, men mitt í øllum hesum er gleðiligt, at fleiri smá støð eru komin við aftur í skipanina, eftir at hava verið burtur. Nevnast kunnu t.d. Sumba og Viðareiði. Í Havn er eisini merkisverdur vøkstur í áhuganum fyri Musikkskúlanum.
- Í 1992 var støðið, har tað skuldi, m.a. viðvíkjandi lærarakreftum. So kom kreppan. Eg má tó siga, at forstáilsi er vaksandi, sigur Martin, sum ikki er ónøgdur við verandi gongd, hóast ikki rættiliga er komið á sama støðið viðvíkjandi eitt nú tali av lærarum, sum í 1992.
- Eini 500 standa á bíðilista í Havn til klaverundirvísing. Men vit mugu eisini upplýsa um, at onnur ljóðføri eru til. Hetta er eisini ein samfelagsuppgáva. Hetta má setast í samanhang og samanspæl skal eisini vera, sigur Martin Mouritsen.
- Øll skulu ikki spæla klaver. Ikki eingang helvtin, hugleiðir leiðarin við pedagogisku ábyrgdini.
Tað er eisini hann, ið setir tónleikalærarar, ið hava sítt starv úti á kommunalu skúlunum.
Land ella kommuna
Og meðan vit enn eru við heldur turru veruleikarnar, er tó rúm fyri eini tónleikalærarara skemtisøgu. Søgur vilja nevniliga vera við, at tónleikalærarar hava eitt serstakt gongulag. Hetta kemst av, at teir ferðast á skúlunum eftir skúlatíð, tá vaskikonurnar eisini starvast, og tískil mugu teir ansa sær, hvar teir seta føtur sínar.
Men hetta skemt leiðir tó til álvarsligari hugsanir, tí Martin bíðar spentur eftir sonevnda kommunala álitinum.
- Hetta skal kanska leggjast út á kommunurnar at umsita, so eg bíði spentur eftir kommunala álitinum, sigur Martin.
- Sum nú er, hava øll børn rætt til undirvísing, uttan mun til, hvar tey búgva, viðmerkir Martin og greiðir frá, at tað annars eru kommunalir musikkskúlar, men Vágoyggin, Sandoyggin og Suðuroyggin hava interkommunalar musikkskúlar.
Skúli skal hava leiðara og trupulleikarnir eru nógvir, ásannar Martin. Millum annað hava tónleikalærarar merkt, at Strandferðslan og Musikkskúlaskipanin ikki arbeiða sama veg, annar parturin arbeiðir inni frá og úteftir (úr Havn, blðm.) og hin øvugt. Hetta gevur gerandistrupulleikar.
- Vit kunnu ikki nýta Bygdaleiðir, men hava gjørt seravtalu um billeigan, greiðir Martin frá, meðan hann lýsir ofta truplu gerandisleiðina hjá lærarum, ið ferðast kring landið.
Safri Duo, mostur mín og eg
Men spurningurin um land ella kommunu kemur at hava avgerandi týdning fyri framtíðina hjá tónleikinum. Kommunurnar gjalda í dag helvtina av læraralønunum, landið alla ferðing.
- Spurningurin um land ella kommunu er áhugaverdur og av týdningi. Hvat hendir, um farið verður frá landi til kommunur? Kanska verður musikkskúli bert í Havn og á størri plásum, metir Martin.
Og spakuliga ota vit okkum nærri avtalaða spurninginum um, hvussu vit uppala góðar tónleikarar.
- Áhugavert, men tað velst um so mangt. Er tónleikafatanin t.d. Mtv? Tað sum er fremst har, er ikki innihaldið í tónleikinum. Tí skal byrjast tíðliga, tí næmingar, ið spæla sjálvir, læra og eru í eini gongd. Tað, ið ein hoyrir, er ein liðug vøra. Tí er neyðugt at hava eitt gott og virkið forhold til livandi tónleik, ein skal læra tabellir, skalair og samanspæl, sigur Martin, ið eisini eigur aðrar samanberingar, ið stava frá lestrarárunum, men sum í dag eru aktuellar.
Martin las tónleik saman við manningini í tí í dag so háaktuellu Safri Duo, ið toppar allar hittlistar. Hesir eru væl lærdir menn, ið hava lagt seg eftir vælljómandi tónleiki, ið minnir um einaferð so kendu íslendingarnar í Mezzoforte.
- Eg kenni væl teir í Safri Duo frá lestrarárunum. Teir duga og hava eisini spælt seriøsan tónleik í áravís. Nú? Eg og mostur mín kundu spælt hatta! Men munurin er jú, at teir vinna nú 100 ferðir meira pening, sigur Martin.
Koyra nú á fleiri rásum
- Tað ger einki, um næmingar gevast. Tað, ið hevur týdning er, um tað hevur eydnast, sigur Martin Mouritsen og sipar til fatanina av tónleiki.
- Vit skulu eisini hava lurtarar.
- Vit duga betri nú at koyra á fleiri rásum. Vit hava fleiri sløg av list, fleiri sløg av tónleiki, sigur Martin hugsunarsamur.
- Mørkini eru ikki so greið og fólk spæla blandaðan tónleik, sigur Martin og minnir á framstandandi tónleikarar sum t.d. Nigel Kennedy.
Eisini hevur hann hitt fyrrverandi musikkskúlanæmingar, ið nú spæla rock, men sum hava tikið nakað við sær og nýta lærdómin á nýggju tónleikaøkjunum.
Vinningar við skúlanum
Martin metir sín leiklut líka nógv vera at ávirka politikarar. Og hann fegnast um, at eisini hjá politikarum tykist forstáilsi at vera vaksandi.
- Fleiri vinningar eru jú við musikkskúlanum, t.d. Symfoniorkestrið, sum nærum ikki er á fíggjarlógini. Nógvar ringávirkanir eru, ið eru ringar at rokna út, metir Martin.
Martin greiðir frá, at neyðugt er, at ikki bert toppurin verður pleygaður, men tó skal skúlin eisini taka sær væl av hesum næmingum. Nú verður ein konsert í apríl og hetta er stimbrandi. Í dag kemur enntá fyri, at næmingar spyrja eftir kappingum, t.d. fyri at vinna sær pláss í symfoniorkestrinum.
- Steinway kappingin er í apríl og kappingin hjá Berlingske Tidende verður, har øll ljóðføri eru við og har vit hava sera góð úrslit at vísa á, sigur Martin.
Jante
- Um kommunurnar taka yvir, so er ein vandi kanska, at bert klaverundirvísing verður. Men vit hava sæð ung koma saman at spæla, tey hava lætt við at flyta seg og hetta brýtur eisini onnur mørk, sigur musikkskúlaleiðarin.
- Men trupult er hjá kommunalpolitikarum at satsa uppá musikskúlaundirvísing, tí hon kostar. Lættari er at vísa á ein mola ella eina bryggju. Her kemur jantelógin inn í myndina. Sera sjónligt er, hvar peningurin fer; hini børnini nýta peningin og duga kanska lítið og einki! Men eitt barn mennist ikki meira, enn árini eru til tað, sigur Martin Mouritsen.
- Tey ?ungu?, sum vit í dag hava sitandi í symfoniorkestrinum, hava fingið undirvísing í 10 ár, ella meira, og nú byrjar at ljóða av álvara, vísir Martin á.
Hann minnir sostatt á hugburð og ger vart við vandar í komandi tíðum, nú broytingar møguliga henda.
- Vónandi standa lokalfeløg sterk og eru dragandi. T.d. hornorkestrini. Hesi eru sjálvsagt eisini lokkandi at hava hjá kommunum, tí tey hava eina funktión flaggdagar og aðrar dagar. Men tað er ov lítið, minnir Martin á.
Hann er sum heild nøgdur við gongdina, men sær vandar. Og ein komandi oljuvinna kann ávirka og er eisini góð at gera samanberingar við.
- Av týdningi er, at møguligur vøkstur kemur líðandi og ikki kemur sum ein brak, sigur Martin Mouritsen.