- Tað vóru helst tey góðu úrslitini hjá Eysturoyingi, sum gjørdu sítt til at feløgini byrjaðu at venda sær til mín, sigur bátasmiðurin Sámal Hansen Í kjallara sínum á Nýggjavegi í Runavík er ferð á bátasmiðinum. So skjótt sum tann eini báturin er liðugur, fer hann undir tann næsta.
- Tað vísir seg, at fólk hava dámað væl bátarnar sum eg havi smíðað. Tey hava helst sæð, at ein hevur betri kjans at vinna ein róður við einum nýggjum báti.
- Hetta hevur so aftur givið mær so nógv arbeiði, at eg eitt skifti hevði arbeiði tvey ár fram í tíðina, sigur hann og kann líta aftur á 60 kappróðrarbátar, sum eru latnir úr hansara hondum.
Tað tekur fimm vikur at byggja ein minni bát og seks vikur at byggja eitt 10-mannafar, tá ein slíkur sum Sámal fremur handverk sítt.
Í løtuni er hann í ferð við at smíða 10-mannafarið ?Ormurin Langi? til róðrarfelagið Knørrur í Havn. Hetta arbeiðið er um at verða liðugt.
Men so standa 10 aðrir eisini á bíðilista!