Brian Marshall, ið skal lyfta arvin eftir Jón Bjarnasyni sum landsliðsvenjari í svimjing, tekur við nýggja starvi sínum 1. august. Talan er um samstarv millum føroyska og íslendska svimjisambandið, og fer hann altso at virka sum venjari í tveimum ymsum londum. Fyrsta uppgávan, sum Brian skal standa á odda fyri svimjihaldsliðnum, er NJM, ið verður í Føroyar fyrstu dagarnar í desember mánaði. Tvær vikur seinni verður EM á stuttbana hildið í Ungarn.










