Byrjanin til endan hjá Obama

Í kvøld heldur hann sína seinastu ”State of the Union” røðu til amerikansku tjóðina.

Mynd: Polfoto.

Hann gjørdist søguligur, tá hann ímóti øllum útlitum basti Hillary Clinton og gjørdist fyrsta myrka forsetavalevni hjá Demokratunum. Nakrar fáar mánaðar seinni staðfesti hann sína støðu í amerikanskari søgu, tá hann gjørdist fyrsti myrki forsetin í USA.


Barack Obama kom sum eitt frískt lot inn í alheims politikk, við sínum lyftum um at samstarva tvørtur um floksmørk og at sameina amerikansku tjóðina. At byrja við tyktist einki ómøguligt, og fekk hann stjørnustatus um mestsum allan heim. Stórar fólkamongdir møtti honum á hansara ferðum í útlondum, og tá viðrákið var í hæddini, fekk hann enntá handaðu friðarvirðisløn Nobels.


Í dag munnu tey tó vera fá, ið meta, at hann megnaði at liva upp til síni stóru orð. Stjørnustatusið er følnað og fólkamongdirnar eru minkaðar, meðan tey eru mong, ið halda uppá, at hann átti at verða frátikin sína Nobel-virðisløn, aftaná at hava sagt gott fyri krígsførslu við dronum í fleiri ár.


Sum við øllum forsetum, so fær hansara forsetaskeið tó ein enda. Avbjóðararnir eru eisini longu farnir at kappast um hansara sess, nú eitt gott ár er eftir, til nýggi forsetin tekur við.


Men í kvøld eru eyguni hjá tjóðini enn einaferð vend ímóti Barack Obama, forseta. Í kvøld, góð sjey ár eftir hansara fyrstu ”State of the Union”-røðu, trínur hann á pallin til sína seinastu.


Miðlarnir gera nógv burtur úr røðuni, ið verður nevnd byrjanin til endan, og nógvar eru gitingarnar um, hvat forsetin fer at siga í kvøld.


Amerikanskir miðlar tykjast vera samdir um, at forsetin fer heldur at varpa ljós á síni avrik og eftirmæli, enn tosa um nýggjan politikk. Mett verður, at forsetin í røðuni fer at sleppa politikkinum og venda aftur til sínar retorisku gávur, fyri at minna tjóðina á, hvat tað er, sum ger USA stórfingið. Tað verður tó merkt av iðran um, at hann ikki megnaði at halda lyftið frá 2008, tá hann lovaði at savna tjóðina av nýggjum.


Um tað er nakar føroyingur, ið ynskir at hoyra seinastu - og harvið søguligu - røðuna hjá Obama, so byrjar hon umleið klokkan 02.00 í nátt, okkara tíð. 

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.