Byrjanin á Skála avgerandi

Aftur hesa ferð var Símun Joensen ein av høvuðsmonnunum hjá KÍ, og hann duldi ikki fyri týdningin, sum sigurin hevði.
- Hetta var fantastiskt. Talan er um fyrstu steypafinaluna hjá KÍ í fimm ár, so hetta er stórt fyri okkum allar.
Um orsøkina til sigurin, staðfestir Símun, at teir fyrst og fremst vildu vinna.
- Byrjanin á Skála hevði sjálvandi nógv at siga. Har skora vit tvær ferðir upp á 13 minuttir, og kunnu vit spæla kontra. Tað úrslitið hevði so eisini við sær, at vit kundu bíða í dag, og tað gjørdu vit. Men vit vóru samstundis sera uppsettir upp á vinna dystin.
- Og nú er tað steypafinalan, sum telur mest. Sjálvandi hava vit eisini nógv at spæla fyri í landskappingini, har bronsan nú er málið. Men steypið er avgjørt tað, sum vit medda eftir,