Byrjanin er stóra gátan

Eingin veit veruliga, hvat gongur fyri seg, tá ein rørsla av hesum slag byrjar, sigur sálarfrøðingur um flóðalduna av sjókavarum, sum hevur skolaðum landið seinastu vikuna

Seinastu vikuna hevur so nógv tað størsta sam­røðu­evnið kring landið verið flóð­aldan av sjókavarum, sum í stríðum streymi hava lagt video­brot av sínum brøgdum út á Facebook.
Fleiri hava ivaleyst hugs­að sítt um, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Um før­oyska tjóðin er rakt av eini kollek­tivari psykosu?
Helgi Rasmussen er sálar­frøð­ingur, og hann hevur eisini havt sínar tankar um tað, sum gongur fyri seg. Men hann sigur seg ikki hava nakað einfalt svar upp á hend­an spurningin.
- Visti eg tað, so visti eg eisini, hvussu tú byrjar eina hóp­rørslu – tað, sum danir rópa massebevægelse.
- Hóast nógv hava gransk­að spurningin, so er tað eing­in, sum kennir svarið uppá, hvussu tú setir eina slíka rørslu ígongd. Og vit vita heldur ikki so frægt, sum hvør tað var, ið byrjaði hetta her á landi, sigur Helgi Ras­mussen.
- So ella so inniheldur hetta tó eina rúgvu av kom­pon­en­tum, sum raka okk­um positivt, og onkurs­vegna gevur hetta eitt kollektivt kick. Hetta er jú eitt sindur van­vittugt, eitt sindur vanda­mikið, eitt sindur sam­l­eika­skapandi, har vit eru nakrir vík­ingar, sum tora, og á tann hátt liggur kanska eitt sindur av hetjudyrkan í hesum. Og so verður alt gjørt við einum stór­um smíli. Hetta er jú hum­or av 1. flokki, og tað er kanska tað týdningarmesta.
- Her er einki upp á spæl. Antin gert tú nakað, sum er stutt­ligt, ella fært tú eina fína uppliving við einum vin­fólki, so her er einki at tapa, sigur Helgi Rasmussen.
- Og so er tað eisini sera áhuga­vert, hvussu skjótt hetta er blivin ein dilla. Frá at vera púrasta ókent, hava fólk í fleiri dagar nú staðið í bíði­røð á ymsu kajkantunum, og tá eru tað so nakrar aðrar mekan­ismur, sum traðka inn. Tá kunnu vit royna at seta meira og minni klók orð á tað: Samleikaskapan, hetju­dyrkan og annað, sum eg nevni omanfyri. Og sjálv­andi er tað eisini nakað av bólkatrýsti, har tú ert ein kyll­ingur, um tú ikki ert við. Men tað er ikki har, at gát­an liggur. Hon liggur í spurn­inginum, hvussu ein slík rørsla byrjar. Tað er tað eingin, ið veit. Var ein frymil fyri hesum, so vóru helst fleiri marknaðarfólk, sum langt síðani høvdu gjørt sær dælt av tí, sigur Helgi Ras­mussen.

Týðandi nei-sigarar
Helgi vísir samstundis á, at tað í eini slíkari mongd­ar­rørslu er sera týðandi, at vit eisi­ni hava nøkur, sum ikki eru við.
- Vit hava sæð eitt nú Heð­in Mortensen og Kaj Leo Holm Johannesen boðað frá, at teir ikki tíma hetta, og tað er fínt. Tá hava vit nakrar mark­ørar í samfelagnum, sum tora at siga nei. Hevur tú ikki tað, so er talan um nak­að heilt annað, har eing­in torir at steðga tí, sum meiri­lutin ger. So partvíst er hetta eitt sunt tekin, og samstundis er tað ein for­treyt fyri spenninginum, tá avbjóðingin verður send víð­ari, sigur Helgi.