Golden League
Stórsti favoritturin undan kappingini var 23 ára gamli Keninisa Bekele (Ethiopia) á 5000 m teininum. Hann vann kappingina trygt við 12 min og 40,18 sekundum. Hetta eru smá 3 sekund frá hansara egna heimsmeti. Næsti maður á mál var Adebe Dinkissa, sum eisini er úr Ethiopia. Hann kom á mál heili 15 sekund aftaná Bekele.
Stefan Holm úr Svøríki megnaði enn einaferð at vinna á øllum hinum bestu hæddarleyparnum í heiminum. Stefan leyp við 2,32 m, 2 cm hægri en Rybakov Russland og Bába (Tjekkíði).
Meðan Hæddarlop er ein grein, har sviðar og normenn hava klára seg rættliga væl, so er spjótkast ein grein, sum vanliga verður sett í samband við Finnland. Og Tero Piktämäki gjørdi eisini vart við seg fyrr í vikuni, tá hann kastaði spjótið út á 91,53 m. Í Paris megnaði Piktämäki eisini at vinna, men tað var í einum sera tøttum dysti við olympiska meistaran Andreas Torkildsen úr Noregi. Teir kastaðu ávikavist 85,95 m og 85,29 m.
Favorittar fullu
Fleiri favorittar fullu í Paris. Ein av teimum heilt óvæntaðu úrslitunum var, tá Maria Mutola einans gjørdist nummar trý á 800 m teininum, og harvið misti møguleikan at fáa lut í gullbarrini, sum hon megnaði at ogna sær einsamøll 2003. Vinnari á 800 m hjá kvinnum gjørdist Svetlanda Cherkasova úr Russlandið við Zulia Calatayud úr Cuba á øðrum plássi.
Á 110 m forðarenning var tað undan kappingini mett, at dysturin fór at standa millum veteranin Allen Johnson (USA) og Liu Xiang (Kina). Men tað var Ladji Doucouré, sum á heimavølli megnaði at fáa ein fyri hann óvæntaðan góðan start, og var hann fremstur eftir 30 metrum. Móti endanum byrjaði Allen Johnson at nærkast, men Doucouré megnaði at halda Johnson aftanfyri seg og vinna við tíðini 13.02 sek. Johnson hevði á øðrum plássi 13.02 sekund, og olympiski meistarin Xiang gjørdist nummar trý við 13.06 sekundum.
Ein annar heimavølls sigur kom á 100 m teininum hjá kvinnum. Har vann Christine Arron við 11.03 sekundum frammanfyri Chandra Sturrup i rann teinin uppá 11.05 sekund. 100 m hjá monnum gjørdist rættiliga spennandi við Aziz Zakari (Ghana) sum vinnara við tíðini 10.04, ein hundrada part frammanfyri Francis Obikwelu (Portugal), við Dwight Thomas (Jamaica) á triðja plássi við 10.11 sekundum.
Ein hending í Paris, sum var gleðilig í allari sínari syrgiligheit, var, tá 4x400 m liði hjá Fraklandi frá olympisku leikunum í Sydney í 2000 fekk handað gullmerkini 5 ár eftir leikirnar. Sostatt fingu Stéphane Diagana, Naman Keita, Leslie Djhone og Mark Raquil tað gullmerkið, sum USA stjól frá teimum í 2000, tá Calvin Harrison slapp at renna, hóast hann varð tikin fyri at hava nýtt stimbrandi evni. Tað er gleðiligt at síggja, at snýt ikki veður góðtikið, hóast tað í hesum føri hevur tikið alt ov langa tíð at fáa rætta mistakið.