Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni, er væl nøgdur við dagin.
- Hetta er ein veitsludagur hjá Skipasmiðjuni. Allir eru sera positivir. Hetta er spennandi at sleppa at smíða skip aftur, sigur Gunnar.
- Hetta er ein av merkidøgunum hjá Skipasmiðjuni, heldur Gunnar.
Gunnar váttar, at teir arbeiða við at fáa nýggjan sáttmála um at smíða skip.
- Vit arbeiða við tí. Eitt skip er als ikki nóg mikið. Vit hava gjørt eina stóra íløgu, og vit skulu helst smíða fleiri enn hetta eina skipið. Vit hava eisini ein sáttmála við póllendingarnar yvir fýra ár, og vit vilja helst nýta teirra førleika fult út hetta tíðarskeiðið. Tí er tað neyðugt at gera fleiri sáttmálar, staðfestir Gunnar.
Ikki steðg millum skipini
Teir eru vónríkir um, at næsta uppgávan er klár, tá ið teir eru lidnir við hetta skipið hjá P7F Thor.
- Vit vóna avgjørt, at vit hava næstu uppgávuna klára, tá ið hetta skipið verður liðugt. Tað skal helst ikki koma stígur í arbeiðið, nú vit aftur eru farnir í gongd við at smíða skip, sigur Gunnar.
Hann sigur, at allar uppgávur hava áhuga. Sostatt nýtist tað ikki at vera fyri eitt føroyskt felag, ið teir smíða skip fyri.
- Allar uppgávur, sum passa í stødd og førleika, eru áhugaverdar fyri okkum, sigur Gunnar Mohr at enda.