Articon átti lægsta tilboðið, tá jørðareiðið til nýggja skúlan á Hamrinum á Argjum varð boðið út Nýggi skúlin skal ætlandi standa klárur við skúlaársbyrjan í 2009, og nú verður farið ígongd við sjálvt jørðarbeiðið.
Tilboðið frá Articon var upp á knappar fýra milliónir, og treytað av, at lendið fæst til keyps frá Búnaðarstovuni, verður í næstum farið undir projekteringina.
Talan verður ætlandi um skúla í tveimum sporum, har næmingar frá 1. til 9. flokk skulu ganga.