Hósmorguni var tøgn í tveir minuttir, áðrenn kappingarnar á degnum fóru ígongd klokkan 9.00.
Enski forsetin, Tony Blair, hevði heitt á allar borgarar í landinum um at sýna samkenslu við ofrunum fyri bumbuspreingini í London tann 7. juli. Hetland er eisini partur av Bretlandi, og tí var ikki annað enn náttúrligt, at ynskið úr London varð efirlíkað.