Byrjaðu við sigri

Føroyameistararnir úr Stjørnuni byrjaðu kappingarárið við einum sigri á nýggja liðnum í bestu kvinnudeildini

Sóljan-Stjørnan 26-30 (13-16)


Hóast munurin á pappírinum átti at verið stórur, so vórðu ikki meira enn fýra mál millum partarnar, tá uppflytararnir úr Sóljuni tóku ímóti føroyameistarunum úr Klaksvík.

Roknað varð annars við, at Stjørnan mundi fáa ein greiðan sigur, men eftir úrslitinum at døma, fer Sóljan als ikki at verða so løtt at syfta.


Kontant verjuspæl

Serliga var tað í verjupartinum, at heimaliðið legði nógv fyri. Gestirnir hildu eisini, at talan í fleiri førum var um alt ov hart spæl, men útvísingarnar vóru tó ikki so nógvar í tali.

Í álopspartinum hekk so at siga øll abyrgdin á nýggja leikaranum, Simona Dziugyte, sum ekyt ikki færri enn 16 av teimum 26 málunum, sum Sóljan fekk. Somikið stór var skothóttan hennara, at Stjørnan stóran part av seinna hálvleiki valdi at mansverja hana.

Annars skilst á lagnum, at Stjørnan als ikki spældi sum nakar føroyameistari, men hinvegin er kappingarárið júst byrja, og ikki skal roknast við, at ferðin og bóltførleikin er í hæddini frá fyrsta bríkslið.

Einki man vera at ivast í, at tá árið fer at halla, fara klaksvíksgenturnar at teljast millum tær fremstu, meðan spurningurin er, hvussu langt Sóljan kann røkka.

Tær báðar útlendsku tykjast vera stórur styrkur hjá liðnum, og so er spurningurin, hvussu langt hetta fer at bera.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Sóljan:

Simona Dziugyte 16 (3) Hertha Simonsen 4, Marjun Jørgensen 4, Heidi M. Akselsen 1, Jona Gudmundsen 1

Stjørnan

Andriana Milodanovic 10 (1), Joan M. Joensen 9 (2), Vesna Tomajek 5 (1), Anna K. Samson 4, Annika Ljósstein 2 (1)


Brotskøst:

Sóljan 5, Stjørnan 10


Útvísingar:

Sóljan 3, Stjørnan 3


Dómarar úr Neistanum:

Ragnar Simonsen og Jákup Sverri Kass