Byrjaðu við løttum rættum - nú hava tey eisini tað váta

Joan Mikkelsen sigur, at tey eru væl nøgd við undirtøkuna, sum Kaféin í Hópinum hevur fingið. - Her kemur væl av fólki, og væl verður selt út av húsinum. Tað eru ikki bara fólk í Nes kommunu sum keypa, men eisini fólk aðrastaðni, sigur hon

Toftir

 

Hálvan august í fjør læt Kaféin í Hópinum á Toftum upp. Tað vóru tær báðar systrarnar, Susan Johannesen og Joan Mikkelsen, sum fóru í holt við at reka kafé á Toftum.

Í stuttum kunnu vit siga, at tær byrjaðu við teimum “løttu” rættunum – rundstykkjum, toast, pitabreyði og sonevndum ciabatta-breyði við høsnarunga, salat og karrydressingi.

Tað var tó skjótt, at systrarnar sóu, at hetta fór at gerast ov lítið, um grundarlag skuldi vera fyri kaféini.

 

Øktu um útboðið

- Seint í fjør fóru vit tí eisini at bjóða allan vanligan grillmat, eitt nú kips, burgarar, høsnarungar og fisk & kips. Haraftrat kunnu vit bjóða vaflur við ísi og ískakao, sum fólki dámar væl.

Joan Mikkelsen sigur, at tá tey øktu um útboðið í

desember, fingu tær eisini meira at gera, og tað fór at ganga betri.

Tær eru tríggjar, sum skiftast um at arbeiða í kaféini og umframt Joan og Susan, arbeiðir eisini Leila á Argjum hjá teimum.

- Tað kallast, at ein er til arbeiðis í senn, men ofta er so mikið at gera, at tvær noyðast at vera til arbeiðis, sigur Joan.

Hon vísir á, at tær í byrjanini royndu ymiskar

Upplatingartíðir, men tað vísir seg, at mest er at gera út á dagin og um kvøldarnar. Tí er kaféin nú opin burturav hvønn dag í viku frá klokkan 17-23.

 

Hálvt skeinkiloyvi

Tá løgreglan fyri út við einum ári síðan sendi eina umsókn frá Kaféini í Hópinum um hálvt skeinkiloyvi til ummælis hjá Nes kommunu, tók eingin í bygdarráðnum undir við hesum. Øll atkvøddu ímóti uttan borgarstjórin, Símun Johannesen, sum atkvøddi blankt.

Men í dag hevur kaféin kortini fingið sítt hálva skeinkiloyvi, tó at bygdaráðið ongantíð hevur viðmælt.

Joan vísir á, at skeinkiloyvið, sum loyvisnevndin hevur givið teimum, er dagfest 6. mars í ár, og nú hava tey loyvi at skeinkja øl og vín í tímunum frá klokkan 11 á morgni til 23 á kvøldi.

Spurd, um tey hava havt meira at gera, síðan tey fóru at skeinkja, sigur Joan, at tey í øllum førum ikki hava havt minni at gera.

- Hóast vit hava loyvi at skeinkja frá klokkan 11 á morgni, lata vit sum er ikki dyrnar upp fyrr enn klokkan 17, leggur hon aftrat.

Leygardagin komandi, nú bátafestivalur verður á Toftum, er ætlanin tó at hava opið frá klokkan 11.

 

Fólk hugna sær

Joan sigur, at tey eru væl nøgd við undirtøkuna, sum Kaféin í Hópinum hevur fingið.

- Her kemur væl av fólki, og væl verður selt út av húsinum.

Hon sigur, at tað ikki bara eru fólk í Nes kommunu sum keypa, men eisini fólk aðrastaðni, og tá er tað serliga grillmaturin, tey koma aftur.

Fólk keypa heim við, og tað eru eisini tey, sum koma innar at seta seg at eta og soleiðis kunnu njóta ta tænastu, sum Kaféin í Hópinum hevur.

- Vit hava nøkur pláss í stovuhæddini, har diskurin er, og vit hava eisini nøkur pláss uppi á loftinum.

Joan sigur, at ungdómur situr og spælir kort ella yatsy, og tá áhugaverdir fótbóltsdystir eru í sjónvarpinum, plaga tey at vísa dystirnar á flatskermi.

 

Automat niðanfyri

Niðanfyri í bygninginum hava tey søtmetis-og sodavatnsmaskinu, har keypast kann um kvøldarnar og næturnar, tá alt annars er stongt.

- Maskinan hevur fingið góða undirtøku, og tað er ikki sjáldan, at hon næstan er tóm sunnumorgnar, sigur Joan Mikkelsen.