Eingin føroyingur var á vøllinum, tá danska superligan varð sparkað ígongd í gjárkvøldi. Og hon varð sparkað ígongd uttan tær heilt stóru sensatiónirnar, kann leggjast afturat.
Við einum máli frá Alvaro Santos vunnu meistararnir úr FCK 1-0 á útivølli móti AC Horsens, meðan Brøndby á heimavølli vann 2-1 á Vejle. Vejle legið seg tíðliga í dystinum á odda, men við málum frá Martin Ericsson og Morten Duncan Rasmussen fekk Brøndby vent gongdini seinasta hálva tíman.
Oddalið eftir fyrsta umfarið er FC Nordsjælland, sum vann ikki minni enn 5-0 á Randers FC. AaB uttan Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen í hópinum vann 3-1 á heimavølli móti Viborg. Esbjerg vann 2-1 á Silkeborg, og OB og FC Midtjyllan spældu einasta javnleikin, tá dysturin í Odense endaði við 1-1 javnleiki.
Teir báðir føroyingarnir í AaB royna báðir at koma seg eftir skaða, og tí taldust teir millum áskoðararnar, tá Viborg vitjaði. Her helt Viborg leingi fast um 1-1, men teir tríggjar seinastu minuttirnar skoraði heimaliðið tvær ferðir, og tað hóvaði ivaleyst stigasvongu heimaáskoðarunum.










