Flogbóltur
Gullvinnararnir í kvinnuflogbólti, Føroyar, løgdu fyri í flogbóltskappingini á Oyggjaleikunum, og hóast talan ikki var um sterkasta mótstøðuliðið í kappingini, so tykjast okkara kvinnur á ongan hátt at vera verri fyri, enn tær vóru fyri tveimum árum síðani.
Allar sluppu á vøllin
Serstakliga fyrsta sett var ein sonn styrkisuppvísing frá føroyskari síðu, har caymansku genturnar ikki fingu eitt bein til jørðina.
Til seinna settið hevði venjarin, Niclas Joensen, skift nakað av fólki út, og hetta viðførdi eisini, at rútman í føroyska spælinum als ikki gjørdist hin sama. Cayman fylgdi eisini væl við, og stríddi seg nærum upp á javnt, men eftir eitt føroyskt time-out kom betri skil á.
Triðja settið tóktist eina mest at vera ein avgreiðsluspurningur, og uttan stórvegis hóvasták varð hetta eisini tryggjað.
Nógv positiv
At byrja við einum sigri er sjálvandi altíð ein góð byrjan, men umframt stigini fyri dystin, var talan um fleiri positivar lutir fyri føroysku kvinnurnar.
Talan var um ein rættiliga ómaksleysan sigur, sum ikki kostaði nakað serliga nógva orku, og umframt kropsligu sparingarnar í so máta, kann ein slíkur helst eisini virka til at økja um sinniliga yvirskotið, sum er so týdningarmikið í slíkum kappingum.
Eisini hevur tað nógv at siga, at allar kvinnurnar fingu høvi at royna seg, so tær longu nú kenna á sær, at tær eru ein partur av liðnum. Nakað sum ivaleyst eisini kann styrkja um samanhaldið og ?tvinnanina á liðnum, og tískil í minni mun ger liðið viðbrekið fyri skaðum og øðrum óhappum.
Annars var hugaligt t staðfesta, at fleiri av føroysku leikarunum tóktust vera sera væl fyri longu nú. Marjun Kalsø er framvegis trygg sum hevari, meðan serliga Gudrid Nolsøe hevði nøkur knallhørð smash tvørtur um, og verður hetta leisturin hjá liðnum framyvir, so er als ikki óhugsandi, at liðið aftur fer at gera rættiliga vart við seg komandi vikuna.
Næsti dysturin hjá Føroyum varð leiktur eftir at blaðið fór til prentingar mánadagin, og var tað tá grønlendska landsliðið, sum stóð á skránni.