Krzysztof Popczynski duldi ikki fyri, at hann ikki var nøgdur um samlaða avrikið, sum hansara spælarar sýndu mikukvøldið.
Tað ert tú jú sjáldan, tá tú tapir. Serliga fyri steðgin haldi eg ikki, at vit spæla nóg væl, og málini tykjast eisini vera úrslit av persónligum mistøkum, men eg vil ikki peika nakran út her og nú.
Eftir steðgin haldi eg tó, at vit spæla betri. Tá vísa spælararnir tann hugburðin, sum roknast kann við, men vit klára tó ikki at venda gongdini. GÍ hevur jú eina serstakliga góða verju, og teir eru vist eisini tað liðið, sum hevur latið fægst mál inn, og tá er ikki lætt at koma aftur.
Seinastu vikurnar hevur HB-venjarin vekslað nógv millum ymsu spælararnar. Kanska nóg so náttúrligt, nú skráin hjá HB er somikið strævin, men hetta er tó ikki týdningarmesta orsøkin sambært venjaranum.
Sjálvandi er skráin hørð. Sunnudagin spæla vit í Letlandi og mikukvøldið er dystur í Klaksvík, so tað kostar nógvar kreftir. Hinvegin, so havi eg nógvar góðar spælarar í hópinum, og eg vil halda hesar í góðum formi. Og besti hátturin at gera hetta, er at læta menninar spæla dystir, heldur HB-venjarin.










