Byrjaðu fyri øl


Hóast Dúndurfréttir hava verið við til nógvar stórar uppsetingar av tónleiki, so hevur tað ikki altíð verið so stórt.

- Einasta grundin til, at vit blivu ein bólkur var fyri at fáa ókeypis øl í pubbini, har vit plagdu at vera, sigur Mathias Mathiasson, sum spælir guitar og syngur. Hann heldur eisini, at tað er øgiliga stuttligt at vera í Føroyum, hóast teimum betri kundu hugsað sær at vera her um summarið, tá veðrið er betri.

Dúndurfréttir vóru sera væl nøgdir við framførsluna fríggjakvøldið.

- Tað er eitt gott orkestur vit spæla saman við. Tað sá út sum, at fólkunum dámdu ordiliga væl tónleikin, so eg eri bara væl nøgdur, staðfestir Mathias Mathiasson. Hann greiðir eisini frá, at teir kundu hugsað sær at komi aftur til Føroyar at spæla okkurt annað.

Bólkurin hevur fyrr spælt The Wall tvær ferðir. Tá stjórnaði Bernharður Wilkinson íslendska symfoniorkestrinum, og tað er soleiðis ferðin til Føroyar kom í lag.