Byrja á útivølli móti Moldova

Leikskráin hjá A-landsliðnum við monnum til komandi HM-undankapping er komin upp á pláss. Føroyar byrja á útivølli móti Moldova tann 25. mars

Leikskráin hjá A-landsliðnum við monnum til komandi HM-undankapping er komin upp á pláss. Føroyar byrja á útivølli móti Moldova tann 25. mars, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Mánadagin var lutakast í Zurich í Sveis, har greiðast skuldi fáast á, hvussu londini í Evropa skuldu bólkast til komandi HM-undankapping fyri A-landslið við monnum. Føroyar komu í bólk F, saman við Danmark, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Moldova.

Síðan hevur UEFA gjørt leikskránna, og nú er greitt, at føroyska liðið byrja á útivølli móti Moldova í mars, og endar í Ísrael í november.

Av tí at Føroyar eru eitt “vetrar-land” í UEFA høpi, verða allir okkara heimadystir spældir í september og oktober. Tríggir dystir verða í Føroyum í september, og tveir í oktober. Útidystirnir verða tískil spældir í mars og í november.

Skráin sær soleiðis út:

25. mars

Moldova – Føroyar

28. mars

Eysturríki – Føroyar

31. mars

Skotland – Føroyar

1. september

Føroyar – Ísrael

4. september

Føroyar – Danmark

7. september

Føroyar – Moldova

9. oktober

Føroyar – Eysturríki

12. oktober

Føroyar – Skotland

12. november

Danmark – Føroyar

15. november

Ísrael – Føroyar

Væntandi verða tveir venjingardystir á skránni í juni mánað, men hvørji mótstøðulondini verða, er ikki endaliga greitt enn.