Byrja í smáum við tilboði til sálarsjúk

Nú skal eitt skipað dagtilboð til eitt sálarsjúk setast á stovn.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum í Løgtinginum, nú Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur fregnast hjá henni um tað.

Seinastu tíðina hevir nógv kjak verið um, hvussu týdningarmikið eitt slíkt tilboð –eitt fountainhús- er.

Ein meting sigur, at ein slíkt dagtilboð kostar 2,5 milliónir, men landsstýriskvinnan gjørdi greitt, at fyribils er ikki rúm fyri so stórum útreiðslum á fíggjarkarmunum.

Hinvegin hevur hon sett 200.000 krónur av til endamálið ár og samstundis hevur hon tikið upp samráðingar við Tórshavnar Býráð um at finna samstarv um at seta skjøtil á eitt slíkt dagtilboð í ár og at byrja í tí smáa við einum ella tveimum starvsfólkum.

Hon sær fyri sær at stovna eitt slíkt dagtilboð í einum samstarvið ímillum landið, kommunurnar og Sinnisbata, sum er felagið hjá sálarsjúku.

Síðani ber til at eftirmeta støðuna at vita um tað ikki ber til at seta meiri pening av seinni.

Bæði landsstýriskvinnan og fleiri onnur løgtingsfólk, staðfesta, at har slík tilboð eru, fækka innleggingar á psykiatriska deplinum munandi.

Kristianna Winther Poulsen vísti á, at 200.000 krónur er ein dropi í havinum, men ein avmarkað upphædd á 2,5 milliónir røkkur til fýra starvsfólk og 50 brúkarar um vikuna.

Hon leggur dent á, at tiltakið skal verða alment fíggjað fyri at tryggjað, at tað heldur fram og ikki verður bundin at privatum eldsálum, sum savna pening saman, tí eldsálir kunnu brenna út og so standa vit aftur á berum.