- Møtini í Eydnuni eru ætlað sum eitt tilboð til tey fólkini, sum búgva í Svínáum, Norðskála, Oyrarbakka og á Oyri. Men onnur eru sjálvandi eisini vælkomin á møtini, sigur Thomas Juul Askham. Ætlanin er sum nevnt at hava hesi møtini 1. og 3. sunnudag í hvørjum mánaði. Henda fyrsta mánaðin verða tó møtir hvørt sunnukvøld.