Byrja í Kroatia

Talan verðum um knallharðan dyst, tá føroyska U-21 landsliðið fyri fyrstu ferð skal royna seg

Fótbóltur

 

- Vit kunnu rokna við at standa á einum veldugum leikvølli í Zagreb við einum 30-35 hitastigum. Og har mótstøðum telist millum bestu U-landslið í Europa. So tað er greitt, at talan er um stóra uppgáva.

Soleiðis tók BillMcLeoud Jacobsen til, tá hann týsdagin kundi kunngera fyrsta U-21 hópin í føroyskari fótbóltssøgu.

Saman við Heðini Askham skal Bill taka sær av liðnum, og hóast mótstøðan er stór, so ivast teir ikki í, at hetta verður mennandi fyri spælararnar.

- Fyrstu dystirnir eru Kroatia og Albania á útivølli. Kroatar eru millum bestu U-21 liðini í Europa, meðan Albania ikki er heilt so sterkt. Hartil hava vit Italia, sum hevur verið í fimm av seinastu sjey EM-finalunum, Grikkalands, sum er rættiliga sterkt og so Azerbadjan, sum vit ikki kenna tað heilt stóra til.

- Ítróttarliga málið er fyrst og fremst at menna komandi A-landsliðsspælarar. Tí kanst tú siga, at úrslitini ikki koma í fremstu røð, men eingin skal ivast í, at vit fara eftir øllum tí, sum vit kunnu fáa. Tað er eisini ein veldugur styrkur í so máta, at flestu spælararnir hava roynt seg á yngri landsliðum. Tað ger teir munandi betri førar fyri at standa seg móti avbjóðingunum. Og við U-21 fáa teir enn betri møguleika at menna seg til komandi A-landsliðsspælarar.

Spælararnir á U-21 liðnum eru føddir í 1986, ’87 og ’88.