Byrjaði við sensatión

Bólkur A:
Heimsmeistarakappingin byrjaði við einari sensatión, tá Senegal vann á Fraklandi, og við sigrinum á Uruguay liggur Danmark nú væl fyri í kappingini

HM-fótbóltur

Ikki síðani sigurin hjá Cameroon á Argentina fyri 12 árum síðani, hevur talan verið um eitt somikið óvæntað úrslit, sum tá verandi meistararnir úr Fraklandi settu HM-endaspælið.
Mótstøðuliðið vóru HM-debutantarnir úr Senegal, og tó at teir hava staðið seg væl í afrikonsku kappingunum seinnu árini, so var ein sigur til meistararnar ikki annað enn væntandi.
Sum kunnugt, so endaði alt tó so øgiliga nógv øðrvísi. Frá fyrsta bríksli vóru tað undirmettu senegalesararnir, sum sýndu størri ágrýtni, og skjótt var greitt, at tað so avgjørt ikki skuldi verða talan um nakran lættan dyst hjá meistarunum.
Tá Papa Bouba Diop so á hálva tímanum legði Senegal á odda, frysti alt mest sum fast hjá Fraklandi. Uttan Zidane at opna tøttu verjuna skaptu teir ikki stórvegis av møguleikum, og hóast teir í seinna hálvleiki nakrar ferðirnar lógu framvið, so var hetta ongan tíð úrslitið av veruligum gjøgnumspældum álopum.

Danir góða byrjan
Úrslitið hjá Fraklandi legði kanska størri trýst á bæði Danmark og Uruguay, tí ein møguligur tapari í hesum dystinum nú fór at fáa meira enn trupult við at koma víðari í kappingini.
Við tveimum málum frá altíð vandamikla Jon Dahl Tomasson eydnaðist eisini dønum at vinna uppgerðina, og nú tykjast treytirnar hjá dønum í øllum førum greiðar. Ein sigur á Senegal í næsta dystinum vil eftir øllum at døma tryggja teimum víaðari luttøku, men tað kann eisini verða, at teir skulu hava stig móti Fraklandi í seinasta dystinum.
Hinvegin stendur verri til hjá Fraklandi og Uruguay. Bæði liðini hava helst tørv á seks stigum í báðum teimum næstu dystunum, so roknast kann við, at uppgerðin teirra millum hósdagin fer at merkja farvæl til í øllum førum annan partin.

Úrslit:
Frakland-Senegal 0-1 (0-1)
0-1: Papa Bouba Diop, 30.

Uruguay-DAnmark 1-2 (0-1)
0-1: Jon Dahl Tomasson, 45.
1-1: Dario Rodriguez , 47.
1-2: Jon Dal Tomasson, 84.