Byrjaði sum havnafúti

Hans Kristian Olsen hevði her fyri sín seinasta starvsdag, eftir at hava starvast 25 ár í Skopunar kommunu.

Hósdagur 30. juni 2016, varð síðsti arbeiðsdagur í Skopunar Kommunu hjá Hans Kristian Olsen. Tá hevði hann starvast í kommununi í 25 ár.

 

Hans Kristian Olsen byrjaði sum havnafúti.

- Tað bleiv sagt um hann, at tá tað ivaveður var og strandferðslubáturin lá á Gomlurætt, plagdi skiparin at ringja til Hans Kristian, á havnakontórið, og spyrja um líkindi. Ráddi Hans Kristian frá, ja, so var ikki siglt, skrivar Gerhard Lognbergn, borgarstjóri, í heilsu síni til Hans Kristian Olsen.

 

Seinni árini hevur hann havt umsjón við ruskplássinum. Nú, hann gevst, fer hann framyvir at stytta sær stundir umborð á gamla grønlandsbátinum Pobba, sum Hans Kristian Olsen eigur.