Klokkan 15 í dag spæla Crystal Palace og Watford uppflytingardyst á Wembley leikvøllinum. Talan er um tann sokallaða play-off dystin í tí næstbestu ensku fótbóltsdeildini.
Fyri Troy Deeney hjá Watford verður talan um eina heilt serliga løtu á Wembley, tí hann byrjaði nevnliga kappingarárið í fongslinum.
Ì juni í fjør fekk Troy Deeney ein 10 mánaðar langan fongsulsdóm. Talan var um ein dóm fyri álvarsamar valdsgerðir, sum Troy Deeney framdi uttanfyri ein náttklubba í Birmingham í februar í fjør.
Pápi Troy Deeney hevði júst fingið staðfest ólekjuligt krabbamein, og tí valdi hann at fara í býin at drukna sorgina, og tað spældi illa av fyri Troy Deeney, tá hann meiddi ein ungan lesandi illa uttanfyri náttklubban.
Troy Deeney slapp út úr fongslinum aftaná 2 og ein hálvan mánað, og tá stóð Watford-venjarin, Gianfranco Zola klárur við troyggju nummar 9. Troy Deeney er sera fegin um, at Watford og venjarin góvu honum ein nýggjan møguleika, og vónar hann at kunna flyta upp í Premier League seinni í dag.