Skráin fyri dystirnar í Nations League er nú klár. Fyrsti dystur verður fríggjadagin 7. september, tá maltesar koma á vitjan á Tórsvølli, skrivar FSF.fo.
Á middegi mikudagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League. Føroyar spæla í 4. deild, og komu í bólk 3 saman við Aserbadjan, Malta og Kosovo.
Leikskráin fyri bólkaspælið er nú klár, og fyrsti dystur verður á heimavølli fríggjadagin 7. september klokkan 19:45, tá maltesar koma á vitjan á Tórsvølli. Tríggjar dagar seinni spælir føroyska liðið á útivølli móti Kosovo.
Skráin sær soleiðis út:
07.09.2018 Føroyar – Malta
10.09.2018 Kosovo – Føroyar
11.10.2018 Føroyar – Aserbadjan
14.10.2018 Føroyar – Kosovo
17.11.2018 Aserbadjan – Føroyar
20.11.2018 Malta – Føroyar