Fótbóltur
At byrja landskappingina við útidystir í Gøtu, man avgjørt ikki vera tað, sum liggur ovast á ynskislistanum hjá flestu føroysku fótbóltsfeløgunum, men hetta var so veruleikin, sum EB/Streymur mátti fyrihalda seg til, nú farið varð undir fótbóltslandskappingina 2005.
Og eftirfylgjandi kunnu teir í EB/Streymi so staðfesta, at hetta hóast alt ikki var so ringt kortini. Aðru ferð á rað eydnaðist nevnliga hjá teimum at fara úr Gøtudali við fullum stigaposa, og hesaferð mundi talan í størri mun vera um uppibornan sigur, skal sammetast við 3-1 sigurin í fjør.
Talan tó sjáldan um tað poleraða fótbóltsspælið í Gøtu, skilst. Fyri steðgin vóru tað fyri tað mesta gestirnir, sum sýndu betra hegni, og teir høvdu eisini nakrar møguleikar at leggja seg á odda.
Tað skuldi tó eitt fríspark til, áðrenn mál kom. Gøtumenn vóru ikki nøgdir um, at Lassin gav gestunum hetta, men tað løgdu hesir líka í, og tá bólturin varð sendur innfyri, kundi Fróði Clementsen ? hálvgum sitandi ? stýra bóltinum í málið.
GÍ hevði hinvegin ikki teir stóru møguleikarnar fyri steðgin. Sámal Joensen var ikki førur fyri at spæla, og hetta merktist væl á miðvøllinum. Ikki minst, tá liðið samstundis hevði bæði Súna Olsen og Krzystof Popczynski frammi í álopinum. Teir báðir vóru annars helst spælararnir, sum kundu skapt meira skipað spæl á miðjuni.
Eftir steðgin kom GÍ tó betri við. Talan var framvegis ikki um nakað polerað spæl, men gestirnir løgdu nú størsta dentin á at verja, og tað gav betri rásarúm til GÍ.
Vandamikið gjørdist tað tó sjáldan, men burtur úr ongum fingu gøtumenn brádliga ein møguleika. Hesaferð vóru tað gestirnir, sum mótmæltu, tá Lassin Isaksen bríkslaði fyri brotssparki, eftir at Hans Pauli Petersen var um koll í nærdyst við Egil á Bø. Súni Olsen legði tó líka í mótmælini, og tá friður var komin í, langaði hann bóltin í netið úr ellivu metrum.
Men kortini, so vórðu tað gestirnir, sum fingu seinasta orðið í dystinum. Hans Pauli Samuelsen, sum hesaferð tók nógv á seg í framrættaða spælinum, fór um koll í nærdysti við Áslak Petersen, og við eini beinleiðis frísparksperlu sendi hann bóltin í netið, uttan at Hallur í GÍ-málinum hevði nakran sum helst møguleika at bjarga. 2-1 til EB/Streym, og harvið bleiv tað.