Byrja har tað endaði í 2011

Løgmaður upplýsir, at útgangsstøðið fyri nýggju stjórnarskipanina verður gamla uppskotið frá 2011.

Fyrrapartin í morgin hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sett formonnunum í politisku flokkunum á tingi stevnu í Tinganes, har ætlanin er at seta hol á arbeiðið við stjórnarskipanini.


Hendan samgongan hevur sett sær høg mál, og hevur í samgonguskjalinum staðfest, at fólkaatkvøða skal vera um málið í 2017, men áðrenn tað, so skulu flokkarnir tingast um stjórnarskipanina.


Løgmaður upplýsir fyri in.fo, at útgangsstøðið verður tikið í gamla stjórnarskipaninauppskotinum, ið aldrin bar á mál.


- Ætlanin er at kunna um arbeiðið og hoyra hvat hinir flokkarnir siga. Vit hava ikki tikið støðu til nakað frammanundan, og endamálið er at leggja eina ætlan fyri arbeiðið framyvir, sigur løgmaður.


- Sjálvt útgangsstøðið verður uppskotið frá 2010, ið varð broytt í 2011. Ætlanin er at viðgera tær ósemjur, ið vóru tá, heldur enn at brúka tíð uppá tað, ið vit eru samd um. So har vit endaðu í 2011, byrja vit í dag.