Tað er nú greitt, at tað verður onki samstarv ímillum allar kommunurnar í Suðuroy um eina felags sosiala deild fyri alla oynna.
Tað er greitt, nú borgarstjórin í Vági og í Porkeri skrivaðu undir sáttmála um eina sosiala deild fyri hesar báðar kommunurnar.
Tað hevur leingi ligið í kortunum, at kommunan í Vági og í Porkeri vildu stovna teirra egnu sosiala deild, heldur enn at vera í samstarvi við restina av oynni og mánakvøldið skrivaðu borgarstjórarnir báðir so undir ein sáttmála og sostatt er allur ivi beindur burtur.
Góðtóku ikki leistin
Annars skrivaðu allar kommunurnar í Suðuroy søgu, tá ið tær samdust um eina felags barnavernd fyri alla Suðuroy.
Men samstundis váttaðu tær, at málið var at stovna eina felags sosiala deild fyri alla oynna.
Men hetta miseydnaðist og tað var serliga tí at vágbingar kundu ikki góðtaka leistin, sum deildin skuldi skipast eftir.
Í fyrstu atløgu skuldi sosiala deild liggja undir Tvøroyrar Kommunu, har borgarstjórin á Tvøroyri skuldi vera umsitingarligur leiðari. Tað vildu vágbingar ikki góðtaka, tí teir vildu heldur, at talan varð um ein meiri ella minni sjálvsstøðugan stovn, sum ikki varð lagdur undir eina ávísa kommunu.
Harafturat lá í kortunum, at málini, sum hendan sosiala deild skuldi umsita, vóru so umfatandi, at var tað sett í gildið, kundu tey akkurát tað sama avmontera Vágs Býráð, sum tikið varð til á býráðsfundi í Vági, einaferð málið var til viðgerðar har.
- Ætlanin var nevniliga, at umframt øll vanlig sosial mál, skuldi hendan nýggja sosiala deildin eisini umsita barnansingina, ein part av skúlamálum og ellisheim, hóast tey ikki eru kommunal mál enn, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági.
Nógv av hesum økjum eru ikki sosial mál í Vágs Býráði, men mentamál og býráðið vildi eisini hava yvirlit yvir tær avleiðingar, hetta fór at fáa fyri býráðið, tí tað kundi enntá eisini fáa avleiðingar fyri umsitingina hjá býráðnum.
Hetta vildu vágbingar ikki lata sær lynda, men teir siga, at teir fingu ikki undirtøku fyri at broyta leistin og tí fóru teir at kanna møguleikan fyri at stovna eina sosiala deild fyri syðru helvt í Suðuroy.
Sumbingar hava kortini gjørt greitt, at teir halda fast um upprunaligu ætlanina og Bygdaráðið í Hovi hevur ikki tikið nakra greiða støðu.
Tað endaði so við, at Vágur og Porkeri skipa sosial deild undir navninum Suðuroyar sunnara sosiala deild.
Tá ið sáttmálin varð undirskrivaður, fegnaðust báðir borgarstjórarnir um, at tað hevði eydnast at fáa hetta samstarvið ílag og tey søgdu bæði, at tey vónaðu, at hetta fór at ganga líka væl, sum alt annað samstarv, sum frammanundan er ímillum Vág og Porkeri.
Taka støðu til barnaverndina
Men hvussu verður so vorði við samstarvinum um barnaverndina, sum øll oyggin er felags um?
-Tað hava vit ikki tikið nakra støðu til, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági
Tí verður fyribils ongin broyting gjørd í samstarvinum um barnaverndina.
Men borgarstjórin viðurkennur, at tað kann tykjast eitt sindur óruddiligt, at økið, sum sosiala deild og barnaverndin fevna um, ikki fylgjast.
Tí verður spurningurin um samstarvið um barnaverndina tikið upp í heyst fyri at vita um tað skal halda fram, ella um vágbingar og sumbingar stovna teirra egnu barnavernd.
Tað er ásett, at minst 1500 fólk skulu búgva í hvørjum barnaverndarøki og tað treytina lúka Vágur og Porkeri.
Annars ásannar borgarstjórin í Vági, at spurningurin er, hvat framtíðín kemur at bjóða og um fleiri kommunur koma upp í, ella hvussu tað verður yvirhøvur.
- Vit lata onga hurð aftur, so spurningurin um framtíðar samstarv er framvegis opin, staðfestir Kirstin Strøm Bech.
- Verða fortreytirnar til staðar, kann tað eisini henda, at øll oyggin semist um eina felags sosiala deild, leggur hon afturat.
Sosiala deildin hjá Vági og Porkeri skal halda til á kommunuskrivstovuni í Porkeri og miðað verður eftir at lata hana upp 1. august.
Tey hava søkt eftir leiðara, men ongin søkti, so nú verður starvið lýst leyst av nýggjum. Fyribils í hvussu so er, verður bara hetta eina fólki í starvið, so útreiðslurnar verða løn til hetta eina fólki og skrivstovuhald.
Gjørt avtalu í fimm ár
Avtalan, sum kommunan í Vági og Porkeri, hava gjørt um Suðuroyar sunnaru Sosialu deild, er galdandi í fimm ár, til 31.12. í 2012. Tað merkir, at hon er galdandi restina av hesum valskeiðnum og alt næsta valskeið.
Men hon kann altíð sigast upp við 12 mánaða freist.
Hvør kommuna betalir útreiðslurnar eftir fólkatalinum.
Tey málsøki, sum sosiala deildin skal umsita, eru hesi
- Vanlig sosialmál
- Samskifta og ráðgeva borgarum
- Samskifta við almennar stovnar
- Samskifta við barnaverndina
- Samskifta við kommunulæknar, tannlæknar, heilsusystir, skúlaheilsusystir, serlærarar, o.a.
- Hjálpa fólki ígongd aftaná steðg frá arbeiðslívinum
- Skrivari/ráðgevari í sosialu nevndini í Vágs Kommunu og ráðgevari hjá Porkeris Kommunu í
sosialmálum
- Skattamál
- Frípláss
- Talirør ímillum kommunurnar í sosialmálum
- Ger hoyringsskriv í sambandi við lógaruppskot/broytingar á sosiala økinum.