Byrja eina nýggja ungdómsmentan

Tey ungu í samkomuni Oasuni ætla ikki at ganga fyri einki á ólavsøku í ár. Tey skipa snøgt sagt fyri eini ungdómslegu við innihaldi og sum fer at vara alla ólavsøkuna.

- Vit hava leingi droymt um, at ting skulu henda millum ungdómin í Føroyum. Okkara ynski er, at veruligt lív kemur í ungdómin, siga tveir av ungu monnunum í samkomuni, Trygvi Dam og Jóhannes Arge.

Út frá hesum hava teir, og fólk úr øðrum samkomum, í eina tíð arbeitt við ætlanini um at skipa fyri eini ungdómslegu á tjóðarhátíð okkara.

Tey vóna, at henda fyrsta summarlegan kann gerast byrjanin til eina nýggja tíð her á landi.

Her er kortini ikki talan um eina vanliga summarlegu, men eina legu har dentur verður lagdur á evangelisering.

Undirvíst verður um dagin í evangelisering, forbøn og í lovsangi, og síðani verður farið oman í býin at evangelisera við dansi, drama og øðrum fyri ólavsøkufólkinum.

Legan verður hildin í Badmintonhøllini, og verður vónað at hetta kann gerast eitt afturvendandi tiltak.


Nýtt ættarlið

Ynskið hjá teimum ungu í samkomuni Oasuni er at fáa samband við nógv fólk á Havnargøtum hesar dagarnar.

- Vit ynskja veruliga, at fólk skulu verða frelst, siga teir.

Ætlanin er at skipa soleiðis fyri, at mong ung koma saman í Badmintonhøllini um kvøldarnar, har skipað verður fyri einum stórum tiltaki við lovsangi, dansi og drama fyri ungdóm og við ungdómi.

Vónirnar við hesum tiltakinum er, at tað skal gerast byrjanin til eitt nýtt ungdómsættarlið við eini nýggjari Jesus-mentan.

- Vónandi er hetta eitt tiltak, ið rakar hjartað hjá nógvum fólki, tí vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum hesar dagarnar, siga teir báðir, Trygvi og Jóhannes.