Tað er kul at telja fet! Tað eitur átak hjá Fólkaheilsuráðnum, sum byrjaði í dag.
Í dag setti Fólkaheilsuráðið í verk eina 'fetteljarakapping' fyri allar 6. flokkarnir í Føroyum. Tað vil siga, at fleiri enn 700 ung fara at kappast og telja fet í tríggjar vikur, til og við 28. novembur.
Tað eru tøl, sum vísa, at áleið 55% av føroyskum ungdómi ikki røra seg dagliga. Og tískil eru Fólkaheilsuráðið farið undir hesa kappingina.
Les eisini Tað er kul at telja fet
Sambært Fólkaheilsuráðnum, so hevur kappingin hevur fleiri endamál.
Eitt er at vísa á týdningin av dagligari rørslu, serliga nú vit vita, at rørsla og innlæringsevnini hava tætt samband við hvørt annað.
Eisini skal kappingin vísa á, hvussu skjótt ein kann fella í óvanar, sum føra við sær, at ein ikki rørir seg nóg mikið dagliga.
Sjálv kappingin er skipað soleiðis, at hvør næmingur fær ein fetteljara frá Fólkaheilsuráðnum.
Við teljaranum fylgir ein vegleiðing, og næmingurin skal gera teljaran kláran. Fólkaheilsuráðið útflýggjar skjøl, har næmingarnir hvønn dag skulu fylla fetini út. Teljaran kann næmingurin hava á alla tíðina. Eisini tá tú íðkar ítrótt. Øll fet telja, tí tá hesar tríggjar vikurnar eru farnar, vinnur tann flokkurin, ið fær flest fet í miðal.