Byrja at spreingja í heyst

Teitur Samuelsen vónar, at arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin verður bjóðað út í summar.

Í gjár var fyrsti grabbin settur og arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin er nú farið í gongd. Fyrsta uppgávan er at gera arbeiðsøkið við tunnilsmunnan Streymoyarmegin, tað er við Hvítanes.

- Tað er av tilvild, at vit byrja her. Væntandi byrja vit arbeiðið á Strondum innan 14 dagar, sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri, við Rás 2.

 

Hann sigur, at í fyrstu atløgu verður arbeiðsøkið og arbeiðsvegir við inntakið til munnan gjørdir.

- Móti sumri verður arbeiðið bjóðað út og eg vænti, at fyrsta skotið verður latið av í heyst, sigur Teitur Samuelsen.

 

Búskaparfrøðingar hava róð upp undir, at best hevði verið, at útsett onkrar av størru verkætlanunum hjá landinum, men Teitur Samuelsen heldur kortini, at hetta er rætta løtan at byrja upp á tunnilsarbeiðið.

- Búskapariliga er støðan góð og væntandi fara útlendskar fyritøkur at bjóða upp á arbeiðið saman við føroyskum fyritøkum. Rentan er enn lág og vónandi fer hon at halda sær, inntil vit hava fingið fíggingina upp á pláss, sigur Teitur Samuelsen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við tunnilsstjóran.