Týskvøldið 10. september spælir føroyska landsliðið HM-undankappingardyst ímóti Týsklandi við øllum teimum stóru og víðagitnu stjørnunum.
Stórur áhugi er fyri dystinum. Væntandi koma einir 700 týskir áskoðarar til dystin, og nú sunnara áskoðaraplássini eru burtur verður ikki so lætt hjá teimum mongu áhugaðu at sleppa til ársins fótbóltsdyst.
Tí ræður um at verða tíðliga úti at ogna sær atgongumerki til dystin, tí undansølan til Føroyar-Týskland byrjar í Fast-handlunum kring landið í dag.
Tað verður eingin undansøla á netinum á hesum sinni.
Undir myndini er eitt ljóðbrot, har tað ber til at hoyra eitt prát við Trónd Vatnhamar frá FSF um undansøluna og dystin. Prátið var gjørt í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 í gjárakvøldið.










