Russiskir heilsumyndugleikar ætla at byrja eina umfatandi koppseting móti korona-virusinum - covid-19 - í november í ár.
Tað upplýsir russiski heilsumálaráðharrin fyri tíðindastovuni Tass.
Hann vísir á, at koppsetingin í fyrsta lagi verður bjóðað heilsustarvsfólkum og lærarum, og tað verður sjálvboðið at lata seg koppseta.
Sambært russiskum myndugleikum eru 40.000 sjálvboðin í løtuni í holt við at royna koppsetingina, sum hevur fingið navnið, Sputnik V.











