Byrja at gera tjóðleikhús

Arbeiðið at gera eitt tjóðleikhús er nú byrjað

Bygginevndin, sum skal gera byggiskrá og fyrireika byggingina av tjóðleikahúsi, er nú farin til verka. Nevndin, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett, hevði sín fyrsta fund í Mentamálaráðnum í dag. 

 

Yrkisleiklistin hevur vánaligar hølisumstøður,  og eitt av høvuðsendamálinum við nýggja tjóðleikhúsinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt í 2019, er at gera umstøðurnar hjá yrkisleiklistini tíðarhóskandi.

 

Játtaðar eru 5 milliónir krónur á Løgtingsfíggjarlógini til endamálið í ár. Harafturat eru settar av á langtíðaríløguætlanini: 3 milliónir krónur í 2017, 13,5 milliónir krónur í 2018 og 28,5 milliónir krónur í 2019.

 

Limirnir í bygginevndini eru:

Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, formaður

Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu

Árni Baldvinsson, ljóstøkningur

Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, skrivari

 

Landsverk er ráðgevi, og umboð eru Mikael Viderø, deildarleiðari, og Birita Wardum, arkitektur.