Klaksvíkar kommuna hevur sett 100 milliónir av til ein nýggjan skúla í býnum, og nú nærkast av álvara til, at gongd kemur á sjálva byggingina.
Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at Fuglark nú hevur innheintað tilboð uppá størsta partin av útgravingini.
Tann parturin av arbeiðinum fevnir um kjallara undir nýggja skúlanum, fýrrúm, fundament og ymiskar leiðingar, harav sjóhitaleiðingin til skúlan og niðan til hallirnar á ítróttarøkinum eisini er ein partur.
Tað er Kanjon, ið átti lægsta boðið uppá arbeiðið. Tilboðið nú verður eftirkannað, áðrenn sjálvt arbeiðið fer í gongd.
Sjálvur bygningurin verður væntandi boðin út í desember, og stíla verður eftir, at samlaða verkætlanin kann byrja fyrst í komandi ári.










