Nú vegurin Millum Hjalla í Klaksvík er liðugur, eru fólk so smátt farin undir at byggja á nýggju útstykkingunum
Fyrsti grundstykkjaeigarin Millum Hjalla er byrjaður at grava út. Sostatt er skjøtil settur á nýggjasta bústaðarøkið í Klaksvík, har 45 grundstykki eru.
Sambært Norðlýsinum eru 24 grundstykki á økinum seld, og væntast kann, at ferð av álvara kemur á byggingina, nú vegagerðin Millum Hjalla er liðug.
Millum Hjalla er ovasti vegurin í býlinginum á eystara armi, sum eisini fevnir um vegin Undir Grashjalla og Oman Valrætt, ið liggur niðast í býlinginum.