– Vit byrja Hvannasundsmegin í juni mánaði við at gera vegin, og eftir ætlan verður borurin settur í í september, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sum skal gera tunnilin til Viðareiðis.
– Borað verður bara frá Hvannasundsmegin, og arbeitt verður nátt og dag í vaktum, so tað skal ganga skjótt.
Viðareiðistunnilin fer ætlandi at kosta 162 milliónir krónur, sum er kostnaðurin fyri bæði tunnil og vegagerð.
Hoyr samrøðu við Jón Sigurdsson við at trýsta á pílin undir myndini.









