Johan Byrial Hansen gavst í fjør við fótbólti á høgum stigi. Arbeiðs- og familjuumstøður gjørdu, at hann gavst á superligaliðnum hjá AC Horsens. Sunnudagin var hann tó aftur at síggja á liðnum hjá AC Horsens, sum spældi ímóti AaB. Leikbann og skaðar høvdu við sær, at Johan Byrial Hansen var tikin inn á liðið aftur. Hann spældi í 57 minuttir, áðrenn hann var skiftur út. Byrial hevur verið hjálparvenjari hjá Danmarksseriuliðnum hjá AC Horsens, har hann eisini hevur spælt seinasta árið.