Johan Byrial Hansen spældi í gjár sín seinasta dyst fyri AC Horsens. Dysturin var á útivølli ímóti FC Nordsjællandi, sum vann heili 3-0. Johan Byrial Hansen gevst nú at spæla fótbólt, tí hann ætlar sær at brúka meira tíð til familjuna og arbeiðið. AC Horsens flutti upp úr næstbestu deildini í Danmark í fjør, og tað hevur eydnast liðnum at varðveita sítt pláss í superliguni. AC Horsens spælir tí aftur millum tey bestu næsta kappingarár.