Byrial í Cadiz

Superligafelagið AC Horsens er í hesum døgum á venjingarlegu í Cadiz í Spania. Horsens hevur vant dúliga í kalda og vánaliga veðrinum í Danmark seinastu vikurnar, og nú skal formurin fínpussast í lýggjari veðri í suðureuropa.
Ítróttarstjórin sigur við heimasíðuna hjá AC Horsens, at liðið fær nógv burtur úr venjingarleguni. Vøllirnir eru góðir at spæla á, og veðrið er gott.
Fríggjadagin spælir AC Horsens venjingardyst ímóti pólska liðnum Legia Warszawa.